Swangah við fløgu 28. juni

Leingi hevur verið greitt, at næsta fløgan hjá rappbólkinum Swangah kemur á marknaðin í summar. Í dag hevur bólkurin so sett útgávadato á, tí umvegis Facebook-síðuna kunnger Swangah, at fløgan Undirgangstónar verður at fáa 28. juni.

 

Samstundis kunnger Swangah eisini sokallaða tracklistan, tað vil siga løgini, ið eru á komandi fløguni. Talan er um 15 løg, har Swangah fær hjálp frá øðrum tónleikarum á seks løgunum. Talan er um eitt nú donsku Pede B og Skurken, meðan tvey føroysk nøvn, Mikkjal og Kirstin, eisini eru at síggja á tracklistanum.

 

Av teimum 15 løgunum, sum eru á Undirgangstónar, eru longu tvey løg kunngjørd. Fyrst kom staklagið Tórshavn á marknaðin 7. mai, og fyri lítlari viku síðani kunngjørdu Swangah so næsta staklagið, Øll í mínum sikti, sum bæði hevur øst og argað síðani.

 

Mynd: Tracklistin til Undirgangstónar (Mynd: www.facebook.com/swangah)