So er tað greitt, at fyrsta fløgan hjá rappbólkinum í Havn kemur á marknaðin 4. november.
Swangah Dangah hevur seinasta árið gjørt um seg í føroyska tónleikaheiminum so nógv um seg, at teir vóru bodnir at framføra á ársins G! festivali.
Nú er greitt, at fyrsta fløga teirra er ávegis, og ber heitið Belials Synir.
Umframt, at framføra á ársins G! festivali, so hevur rappbólkurin úr Svanga eisini undirhildið í Klaksvík nakrar ferðir í ár. Leygarkvøldið verða teir aftur at hoyra í Club 700 í Klaksvík saman við Dj Pandaboy.