Klokkan 17.30 í dag spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta EM-undankappingardystin í bólki 7.
Dysturin verður á útivølli í Uppsala móti Svøríki.
Seinast Føroyar og Svøríki vóru í EM-undankappingarbólki saman afturi í 2017 og í 2018 vann Svøríki 33-15 í høllini á Hálsi, og vunnu svenskararnir eisini stórsigur 32-13 á heimavølli.
Vónirnar eru tó, at føroyska liðið hevur ment seg somikið nógv hesi fimm árini síðani vit møttust seinast, og kann geva Svøríki dyggari mótstøðu í dag. Tó væntar eingin, at Føroyar vinna dystin.
Tey sum vilja síggja dystin millum Svøríki og Føroyar hava tveir valmøguleikar.
KVF vísir dystin, og tey byrja at senda klokkan 17.20.
Svenska sjónvarpsrásin SVT 2, ið sæst á appuni hjá brúkarum hjá Televarpinum vísir eisini dystin. Teirra sending byrjar klokkan 17.15.










