Tað eru tvey lið, sum seinastu tíðina ikki hava havt undanvind, ið seinnapartin hittast í Fuglafirði.
Hjá AB hevur gongdin verið syndarlig, síðani tað í fyrsta umfari eydnaðist at vinna fulla úrtøku í Gøtu. Argjamenn eru á niðurflytingarplássi, og málmunurin er 7-21!
Tølini siga, at tað er soltið í framrættaða partinum, og at tað er heilt galið í verjuni. Tí hevur AB í vikuni fingið Dimitrije Jankovic aftur henda vegin. Hann hevur í vikuni vant á Argjum, og hann verður við í ferðalagnum til Fuglafirðar.
Tað er kærkomið á Argjum at fáa ein spælara aftrat, tí nógvir eru skaðaplágaðir: Andras Bixen, Gert Drangastein og Jógvan Skeel Nolsøe eru ikki tøkir, og tað er ivasamt, um Dion Splidt, Beinir Ellefsen, Sorin Anghel, Jóan Símun Edmundsson og Kári Nielsen verða førir fyri at spæla í dag.
Hjá fuglfirðingum hava úrslitini seinastu vikuna verið lítið hugalig, og avrikini hava ikki verið sannførandi. Hvørki í 2-2 javnleikinum á Skála síðsta sunnudag ella í 4-3 steypatapinum á Toftum mikukvøldið, tá ið tað ikki var fyrrenn síðstu fáu minuttirnar, at tað var lív og tyngd í ÍF spælinum. Higartil hevur tað ikki hilnast so væl hjá silvurvinnarunum, sum tað gjørdi í fjør, men kortini er tað framvegis ikki so langt fram til bronsuplássið og altjóða luttøku í 2015.
Einasti ÍF spælarin, sum ikki er førur fyri at spæla í dag, er Høgni Zachariassen, sum er plágaður av skaða í lærkrikanum.










