Nú eigur Svøríki at gerast limur í verjusamgonguni Nato.
Soleiðis sigur svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström.
Ráðharrin heldur, at sviar hava eftirlíkað øllum krøvum í mun til eina avtalu, sum tey hava gjørt við Turkaland.
– Fatan okkara er, at vit hava gjørt tað, sum væntað er av okkum. Nú er stundin komin, at turkiska tjóðartingið setir í gongd í staðfestingartilgongdina, sigur Tobias Billström við tíðindastovuna Reuters.
Svøríki og Finnland løgdu í fjør á annan bógv frá í áratíggju at hava verið sjálvstøðug hernaðarliga og søktu um at gerast limir í vesturlendsku verjusamgonguni Nato.
Finnland gjørdist limur í apríl, men Turkaland forðar framvegis fyri svenskum limaskapi. Øll Natolond skulu vera samd um at taka upp nýggjar limir.
Turkaland sigur, at Svøríki hýsir limum í hernaðarligum bólkum, sum Turkaland metir sum yvirgangsbólkar. Millum teirra eru limir í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, sum eisini er á yvirgangslistanum hjá ES.
Svøríki hevur fyri kortum samtykt lóggávu, sum ger tað truplari at stuðla ella fíggja yvirgangsbólkum. Svenska stjórnin heldur, at tey harvið hava livað upp til treytirnar í mun til avtaluna við Turkaland.
Men stjórnin í Turkalandi er enn ikki sannførd.
Tað hevur gjørt málið truplari, at mótmælisfólk hava víst sín stuðul til PKK í mótmælum í svenska høvuðsstaðnum fyri kortum.
Fyrst í juni var eitt motmælistiltak har flaggað varð við PKK flaggi. Á fleiri av teimum stóð: »PKK er fólkið, og fólkið eru vit«.
Svøríki vil verða upptikin sum limur í Nato í seinasta lagi í sambandi við toppfundin í samgonguni í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius, tann 11. og 12. juli.
/ritzau/