Svøríki við nýggjum stuðulspakka til Ukraina

- Vit hava fingið ábendingar úr Ukraina um, at landið hevur stóran tørv á stuðulspakkum, serliga lóðuri og eykalutum, sigur svenski verjumálaráðharrin.

 

Svøríki fer at lata Ukraina ein nýggjan stuðulspakka til verju av landinum móti russiska áganginum.

 

Tað sigur svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, sum er maðurin á myndini omanfyri.

 

Verjumálaráðharrin sigur, at stuðulspakkin serliga fevnir um lóður og eykalutir til CV90-stríðsvognar.

 

Pakkin, sum Svøríki í hesum umfari fer at senda til Ukraina, hevur eitt virðið av 3,4 miljardum svenskum krónum.

 

Tað er stívliga tvær miljardir í donskum krónum.

 

- Vit hava fingið ábendingar úr Ukraina um, at landið hevur stóran tørv á stuðulspakkum, serliga lóðuri og eykalutum, sigur svenski verjumálaráðharrin.

 

Svøríki hevur higartil latið Ukraina stuðulspakkar til verjuna fyri út við 17 miljardir svenskar krónur, sum er stívliga 10 miljardir danskar krónur.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

##med2##

 

 

 

Svenski stuðulspakkin fer serliga at fevna um lóður og eykalutir til CV90-stríðsvognar.