Svøríki: Valúrslitið verður ikki greitt í nátt

Svensku valmyndugleikarnir upplýsa fyri svensku tíðindastovuni TT, at eitt fyribils úrslit av svenska valinum ikki verður greitt fyrr enn mikudagin, tá uttanlandsatkvøðurnar og tær seinastu atkvøðurnar eru taldar.

 

Ulf Kristersson, formaður í Moderaterna, verður nýggjur forsætisráðharri, um tað verður stjórnarskifti í Svøríki. Fredrik Sandberg/TT/Ritzau Scanpix

Tað eru bara 59.000 atkvøður, sum skilja partarnar, og tað er enn ikki vist, um tað verður reyði ella blái vongur, sum vinnur valið.

Henrik Ekengreen Oscarsson, politilogur, sigur sambært Aftonbladet á SVT, at tað eru 59.000 atkvøður, sum skilja blokkarnar.

Tað er blái vongur, sum hevur Ulf Kristersson úr Moderatunum sum forsætisráðharraevni, sum liggur á odda.

 

Munurin er nú størri, enn hann var fyrr í kvøld, sigur SVT.

Blái vongur stendur til at fáa 176 sessir, meðan reyði vongur stendur til at fáa 173 sessir tá 90 prosent av atkvøðunum eru taldar.

 

##med2##

 

Ulf Kristersson, formaður í Moderaterna, verður nýggjur forsætisráðharri, um tað verður stjórnarskifti í Svøríki. Fredrik Sandberg/TT/Ritzau Scanpix

Svenskia forsætisráðfrúan, Magdalena Andersson, forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum. Jonas Ekströmer/TT/Ritzau Scanpix