Í morgun veit Aftonbladet at siga, at ein lastbilur - ella trailari - hongur við húsinum uttanborðs á einari ferju.
Hetta er hent í Trelleborg í Svøríki í morgun.
Hjálparfólk eru á staðnum og arbeiða við at fáa stóra vognin innaftur á ferjuna. Eingin hevur fingið skaða.
Aftonbladet skrivar, at trailarin byrjaði at rulla eftir dekkinum, tá tað vísti seg, at førarin hevði gloymt at spent hondbremsuna.
##med2##