Svøríki skal læna milliardir av krónum fyri skjótt at brynja verjuna í landinum.
Tað sigur svenska fíggjarmálaráðfrúan, Elisabeth Svantesson, við tíðindastovuna TT.
Eitt land lænir vanliga pening til øktar útreiðslur við at geva út statslánsbrøv. Talan er um virðisbrøv, sum tryggja haldaranum eina fasta rentu í eina røð av árum, til lánsbrævið er gjaldført og lánið er afturgoldið.
Tað eru ofta stórir, stovnsligir íleggjarar sum eftirlønarfeløg og íløgugrunnar, sum keypa lánsbrøvini.
Sambært fjølmiðlunum brúkar Svøríki í løtuni 140 milliardir svenskar krónur um árið til verju. Tað svarar til stívliga 95 milliardir danskar krónur.
Við verandi fíggjarlóg er Svøríki "á veg til" at brúka 2,6 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju, skrivar TT.
BTÚ, bruttotjóðarúrtøkan, er eitt úttrykk fyri støddini á búskapinum í einum landi.
Verandi mál frá NATO er, at limalondini skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til verju, men væntanin er, at talið fer at hækka.
Í februar segði aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, at málið hjá NATO-londunum í framtíðini skal vera at brúka meira enn trý prosent av BTÚ til hernaðarligar útreiðslur.
Sambært TT skal Svøríki røkka einum máli upp á 3,5 prosent av BTÚ, so merkir tað, at landið noyðist at brúka 60 til 70 milliardir svenskar krónur afturat árliga á verjujáttanina.
Meðan økta svenska verjujáttanin upp á styttri sikt verður fíggjað millum annað við lánum, sambært fíggjarmálaráðharranum, er tað eisini umráðandi at finna støðugari fígging upp á longri sikt, skrivar TT.
Frá 2027 verða nýggjar reglur galdandi á ríkisveitingini í Svøríki, sum fara at økja um fíggjarliga manøvrurúmið hjá stjórnini, og nakað av pengunum skal finnast her.
Samstundis væntar fíggjarmálaráðharrin øktan vøkstur, sum aftur fer at stuðla landskassanum.
- Hálvt prosent øking í vøkstrinum gevur 15 milliardir í rúm fyri reformum, sigur Elisabeth Svantesson við TT.
Sambært tíðindastovuni fer svenska stjórnin at leggja fram eina ætlan um ein mánað - 15. apríl - fyri, hvussu brynjanin av svensku verjuni skal fíggjast meira nágreiniliga.
Hin 7. mars í fjør gjørdist Svøríki limur í vesturlendska verjusamgonguni NATO.
/Ritzau/