Svøríki reyk úr HM

Pólland var ov stórur biti at gloypa hjá svium, sum nú eru úti av HM í hondbólti.

 

Svøríki var í dag fyrsta norðurlandið, sum spældi 1/8-finalu í HM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum. Mótstøðuliðið var Pólland, sum endaði á triðja plássi í bólki D. Svøríki kom víðari sum nummar tvey í bólki C.


Pólland hevði munin tað mesta av fyrra hálvleiki, men stutt undan hálvleikssteðginum raknaði Svøríki við og slapp til hálvleiks á odda 11-10.


Í seinna hálvleiki misti Svøríki skjótt leiðsluna. Tað sást, at ein skaddur Kim Andersson manglaði, og somuleiðis sum teir fingu nógvar útvísingar, so var ilt at halda seg inni í dystinum og Pólland vann at enda dystin 24-20.


Í gjár spældu Katar, Slovenia, Spania og Kroatia seg víðari til kvartfinalurnar. Samstundis sum Svøríki og Pólland spældu vann Týskland 23-16 ímóti Egyptalandi eftir at hava verið á odda 12-8 í hálvleikssteðginum.


Seinastu tvær 1/8-finalurnar verða kl.18.00 í kvøld. Frakland og Argentina spæla, meðan norðurlendsk uppgerð verður ímillum Danmark og Ísland.