Svøríki hitaði upp til EM við tveimum stórsigrum

Svøríki spældi tveir venjingardystir móti Japan

Heili fimm norðurlond skulu kappast í EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum.

 

Svøríki er í innleiðandi bólki E, ið verður spældur í Mannheim.

 

Mótstøðuliðini hjá Svøríki í bólki E eru Bosnia Hersogovina, Georgia og Niðurlond. Svøríki er favorittur til at vinna bólkin.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 spælir Svøríki fyrsta dystin í bólkinum móti Bosnia Hersogovina.

 

Sum fyrireiking til EM-endaspælið hevur Svøríki spælt tveir venjingardystir á heimavølli móti Japan.

 

Ígar vann Svøríki stórsigur 43-23 (24-12), og farna fríggjakvøld vann Svøríki eisini greitt 42-30 (20-13) á Japan.