Svølgdi 280 gramm av hassji

Ein ungur maður var í Føroya rætti í dag dømdur fyri at hava smuglað yvir 300 gram av hassji til Føroya.

Ein ungur maður var í Føroya rætti í dag dømdur fyri at hava smuglað yvir 300 gram av hassji til Føroya.

 

7. august fór ungi maðurin við flogfarinum til Danmarkar. Leiðin gekk beinleiðis út á Christiania, har hann keypti sær gott og væl 300 gram av hassji. Haðani fór hann til ein vinmann, sum hjálpti honum at finna eitt motell í Danmark. Har roykti og svav hann restina av vikuskiftinum, áðrenn hann fór aftur til Føroya mánadagin 11. august.

 

Men ólukkutíð, komin í Vágar verður hann tikin av tollvaldinum. Teir finna 10 gram av hassji í viðførinum hjá manninum, umframt fleiri pípur til hassjroyking. Harumframt játtar ungi maðurin, at hann hevur svølgt nakrar pakkar av hassji.

 

Tá alt kemur til alt, vísir tað seg, at maðurin hevur svølgt eini 45 pakkar, við tilsamans 290 grammum av hassji. Hassji skuldi hann selja víðari, millum annað fyri at gjalda fyri sakarmálskostnað í samband við eitt eldri mál og fyri tannlæknaviðgerð.

 

Ungi maðurin segði, at hann hevði spart pening saman til túrin og innkeypi, við at leggja sær pening til síðis av almannaveitingunum og við at samla fløskur. Hann hevði lagt 14.000 krónur til síðis á henda hátt.

 

Ungi maðurin greiddi í grundlógaravhoyrinum fyrr í mánaðinum frá, at hann roykti hassj nærum dagliga, tí tað fekk hann at slappa av og hjálpti honum at miðsavna seg. Hann hevur ADHD og nýtir hassj sum eitt slag av heilivági.

 

Ákærin sigur, at tollarar funnu 10,85 gramm av hashi í tveimum klumpum í viðførinum hjá manninum. Harumframt hevði maðurin svølgt eina hýt við 64 grammum av hassji og ein minni pakka við 4,86 grammum av hassji í. Harumframt hevur politiið funnið 220,99 gramm av hassji í skarninum eftir viðkomandi.

 

Eina viku seinni framdi løgreglan húsarannsókn í íbúðini hjá unga manninum, har teir funnu ymiskan ávísingarheilivág, ið ikki var hansara, umframt pípur og aðra útgerð til hassjroyking. Løgreglan legði hald á alt hetta. Ungi maðurin segði seg ikki vita, hvat slag av tablettum talan var um, og noktaði seg sekan í at hava ólógligan ávísingarheilivág heima.

 

Harumframt var maðurin tikin í apríl mánaða í ár, við 1,2 grammum av hassji á sær, umframt ymiskari roykiútgerð. Løgreglan legði hald á alla útgerðina og gav manninum eina bót áljóðandi 1.045 krónur. Ungi maðurin helt tað vera órímiligt, at teir geva honum eina bót, umframt at taka útgerðina frá honum, tí eina pípan varð verd væl yvir 1.000 krónur.

 

Ákærin kravdi unga mannin dømdan fyri at smugla yvir 300 gramm av hassji til Føroya, í sameining við onnur. Hon trúði als ikki, at ungi maðurin hevði megnað at spart peningin saman einsamallur og ei heldur, at hann var einsamallur meðan hann var niðri. Harumfram metti hon, at hann ikki kundi selja somikið nógv av hassji í Føroyum, uttan at vera partur av einum størri netverki.

 

Harumframt kravdi ákærin mannin dømdan fyri at hava ávísingarheilivág við hús, ið ikki var hansara egni.

 

Dómarin dømdi mannin sekan í øllum førum og varð samdur við ákæranum, at tað var ósannlíkt, at maðurin varð púra einsamallur um smugglingina.

 

Maðurin hevði ein treytaðan dóm, sum eisini skuldi viðgerast í dag, men av tí at eingin frá kriminalforsorgini kundi møta, varð tað málið útsett. Dómarin valdi, at bíða við at kunngera revsingina, inntil tað málið eisini er avgreitt.

 

Við støði í, at ungi maðurin sjávur segði, at hann roykir hassj nærum dagliga, valdi dómarin at leingja varðhaldsfongslingina framm til næsta sakarmálið kemur fyri.