Svimjitíðindi

100 svimjarar møtast í Fuglafirði

Àrliga Svimjikappingin í Fuglafirði verður leygardagin 8. oktober 2005

Tað er kapping fyri bólkarnar 1 og 2 sum eru svimjarar í aldrinum
6 til 10 ár

Undirtøkan er stór, tí tað verða umleið 100 svimjarar úr øllum landinum sum møtast í Fuglafirði leygardagin.

Tey koma úr Tvøroyrar Svimjifelaag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Flot av Toftum, Reki úr Leirvík, Ægir úr Klaksvík og Fuglafjarðar Svimjifelag.

Kappingin byrjar leygarmorgunin kl.08:30 og endar leygardagin umleið kl 16:30

Tað verða 22 kappingar á skránni og nr.1-2-3 í hvørjari kapping fáa medaljur.