Tað boðar Svimjisambandið frá.
Ætlani var hesaferð ikki at leggja eins nógv fyri sum móti Paul Biedermann í Berlin, men heldur fylgja við rúgvi, og síðan svimja við fullari megi seinastu metrarnar. Tað er ein liður í venjingunum hjá Páli at verða betur til spurtirnar.
Tað riggaði væl. Pál Joensen var nummar fýra aftaná fyrstu 50 metrarnar, og vendi sum nummar seks av átta á teimum 200 metrunum.
Síðan setti hann ferðina upp, vann hinar aftur, og á seinastu 50 metrunum hevði hann lagt allar aftur um seg.
Tíðin var 3:45.56.
Jón Bjarnason sigur, at tíðin er nøktandi. World Cup-stevnan er samstundis úttøkustevna hjá russum til heimsmeistarastevnuna í Dubai, og tað verður ongantíð lætt at vinna á russum, tá fleiri dúva upp á hesa stevnuna.
Pál venur í grundin bara til kappingar, meðan hann venur tungt í pausunum.
Rókur í Jákupsstovu upplýsir, at tað loysir seg væl fíggjarliga at vinna slíkar kappingar. Pál Joensen hevur við gullinum í dag tryggjað sær 1500 dollarar.