Í dag eru tað 40 ár síðani, at Svimjisamband Føroya varð stovnað. Svimjisambandið hevur verið eitt virkið ítróttarsamband, sum hevur sett sín stóra dám á føroyska ítróttarheimin, og ikki minst eisini í altjóða kapping. Sum við so nógvum øðrum, so hevur koronafarsóttin sett sín dám dagin.
- Undir vanligum umstøðum høvdu vit viljað hátíðarhildið hendan dagin – men vegna koronafarsóttina hevur starvsnevnd SSF avgjørt at bíða við hesum, til vit kunnu bjóða veruliga inn, skrivar Svimjisambandið.









