Svimjingin fingið status

Formaðurin í Svimjisambandinum, Jon Hestoy, er sera fegin um tann stuðul, Pál Joensen fær. – Svimjingin hevur heilt klárt fingið ein status, hon ikki altíð hevur havt, sigur hann

Svimjing

– Tað má kennast fantastiskt hjá Páli, at hann nú merkir uppbakningin, sum er. Hesin stuðulin, hann nú hevur fingið, fer at gera lívið lættari hjá honum, samstundis sum stuðulin frá landinum syrgir fyri kappingunum og tí, sum skal til har, sigur Jon Hestoy, ið taldist millum tey mongu, ið vóru til móttøkuna seinnapartin leygardagin, tá Pál Joensen fekk P/f Leif Mohr sum høvuðsstuðul.
– Hetta er ein staðfesting av, at fólk síggja, at vit hava nakrar framúrskarandi verkætlanir í svimjingini. Tað er sjáldan, at vit hava sæð sovorðið sum hetta, at ein fyritøka vil gera nakað serligt og tí vil stuðla Pál. Hetta er gott fyri svimjingina, sum heilt klárt hevur fingið ein status, hon ikki altíð hevur havt.
Jon Hestoy vísir eisini á, at 2009 ikki bleiv tað árið samanumtikið, sum Pál ella nakar annar hevði ynskt, men at nýggi stuðulin kann hjálpa honum væl á leið í 2010.
– Eg trúgvi, at mest av øllum brennir Pál fyri, at 2010 verður árið, tá hann fær prógva sítt virði og uppfylt tað potentiali, sum tað er heilt týðiligt, at hann hevur. Lat okkum so vóna, at tað eisini fer at eydnast, sigur formaðurin í Svimjisambandinum.