Svimjilandsliðið fingið stuðlar

Á móttøkuni hjá Norðoya Sparikassa í Runavík í gjár var kunngjørt, at Norðoya Sparikassi og Atlantsflog verða høvuðsstuðlar hjá svimjilandsliðnum næstu tvey árini. Atlantsflog hevur stuðlað fleiri landsliðum gjøgnum árini, men hetta er fyrstu ferð, at Norðoya Sparikassi er við á einum landsliði.- Vit hava ongantíð áður verið høvuðsstuðul hjá einum landsliði, men nú tá ið Norðoya Sparikassi ger nýggja deild her í Saltangará, skulu vit sleppa tí heimføðisliga og koma eitt sindur víðari. Tí vilja vit stuðla svimjilandsliðnum, segði Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.