Svimjikapping í Vági

Svimjarar fingu gullnálir, okkurt føroyskt met var sett, meðan aðrir svimjarar svumu undir kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar í svimjikapping í Vági, sum hevur verið síðstu tvey vikuskiftini

SVIMJING

Síðstu tvey vikuskiftini hevur svimjihøllin í Vági verið karmur um svimjikapping, har fleiri føroyskir svimjarar hava fingið stak góð úrslit.
Kappingin fekk eina avbera góða byrjan síðsta vikuskiftið, tá tveir svimjarar úr Tvøroyrar Svimjifelag vunnu sær gullnál. Talan var um Juttu Thomsen og Monu Simonsen, sum báðar fingu gullnál á teininum 1500 m frí. Bæði Jutta og Mona svumu undir fyrrverandi føroyska metið, men av tí at Jutta var eitt vet frammanfyri Monu, so er tað hon, ið eigur nýggja føroyska metið.

Shaila til Oyggjaleikirnar
Var byrjanin á kappingini góð fyrsta vikuskiftið, so helt henda gongdin fram seinna vikuskiftið.
Shaila Millum Garðarnar frá Tvøroyrar Svimjifelag hevur í kappingini klárað kravtíðina til Oyggjaleikirnar komandi summar, og hetta verður sostatt fimta ferðin, at hon skal taka lut á Oyggjaleikunum.
Pál Joensen frá Vágs Svimjifelag svam seg eisini fram til føroyskt met á teininum 1500 m frí. Hann kom á mál í tíðini 15.56.21, og sostatt gjørdist hann fyrsti føroyingurin, sum svam henda teinin undir 16 minuttir, og tað er eitt sera flott úrslit av honum.


Met blivu sett – nálir vunnar
Umframt føroysku metini hjá Juttu Thomsen og Pál Joensen á ávikavist 800 m frí og 1500 m frí, so vóru eisini fleiri bólkamet sett í kappingini í Vági.
Pál Joensen setti m.a. bólkamet á teininum 100 m firvald í bólki 5 við tíðini 1.00.10, men eisini Høgni Minét Rasmussen úr Havnar Svimjifelag setti okkurt bólkamet. Á teininum 1500 m frí setti Høgni bólkamet í bólki 4 við tíðini 17.21.10, og eisini á teininum 400 m frí setti hann bólkamet í bólki 4 við tíðini 4.21.78.
Kravið til luttøku í FM er bronsunál, og onkrir svimjarar vunnu sær eisini bronsunál í kappingini í Vági. Jan Hofgaard frá Tvøroyrar Svimjifelag vann bronsunál á teininum 50 m bringa í tíðini 0.38.80. Afturat honum vann eisini Sofus Beck úr Vágs Svimjifelag bronsunál. Hann vann á teininum 50 m frí í tíðini 0.31.31.
Næsta svimjikapping verður á Toftum 20. januar fyri bólkarnar 1 og 2.