Kappingin er fyri bólkarnar 3 og eldri, tað vil siga fyri svimjarar, ið eru 12 ár og eldri. Hetta er seinasti møguleiki fyri teir svimjarar, sum enn ikki hava kvalifisera seg til FM í apríl, at gera tað. Harumframt er tað næst seinasti møguleiki at kvalifisera seg til Oyggjaleikirnar á Rhodos í summar. So tað verður spennandi at síggja, hvørjir svimjarar klára tað nú ella eru væl á veg.