Svimjihylurin í Vági tekur skap

Fyrst í desember í 2012 byrjaði arbeiði at byggja Føroya fyrsta langhyl á Oyrunum í Vági. Men, talan er um nógv meiri enn eina svimjihøll við 50 metra svimjihyli, tí svimjihøllin í Vági fer at fevna breitt og verður eitt fólksligt tilboð.

- Í høllini verður svimjihylur við seks geirum, sum verður væl egnaður til svimjivenjing og svimjikappingar, bæði hjá føroyskum og útlendskum svimjarum. Hylurin verður eisini gjørdur soleiðis, at hann kann býtast í tvey, so kappingar kunnu verða í 25 metra hyli.

Svimjihylurin í Vági verður soleiðis eisini ætlaður øðrum. Dýpi í einum parti av hylinum verður beint omanfyri ein metur, soleiðis at hylurin kann brúkast í sambandi við eitt nú skúlasvimjing og barna- og familjusvimjing.

Úr Vági verður sagt, at ein røð av venjingartilboðum verða fyri vanlig fólk í svimjihylinum. Hesi tilboð verða skipaði av fakfólki í vár og í summar.

Aftrat 50 metra svimjihylinum, verður eisini ein smábarnahylur, sum verður umleið 6 x 4 metrar og 40 sentimetrar djúpur. Hesin hylur verður, sum vanligt er við slíkum smábarnahylum, nakað heitari enn stóri 50 metra hylurin.

Í svimjihøllini verður eisini gjørt klárt til, at ein rutsibani kann setast upp, men hesin parturin av verkætlanini er tó tengdur at, at fígging fæst til rutsibanan.

Í síðubygninginum til svimjihøllina verður vælverudepil við heitum og køldum pottum og við gosbað og sauna, umframt at eitt rúm verður, har tilber at fáa massagu.

Umklæðingarrúm og forhøll verður eisini í síðubygninginum, sum harumframt eisini húsar kantinuni, ið verður umleið 130 fermetrar stór.

Svimjihøllin verður eisini bygd soleiðis at tey, ið bera brek, sita í rullustóli ella eru illa gongd, lætt fáa brúkt hentleikarnar í svimjihøllini.

- Sum heild er talan sostatt um eina svimjihøll við einari røð av tilboðum til ein fjøltáttaðan skara av brúkarum – í stuttum ein fólksligur hylur. Fylgjast kann eisini við byggjarínum á www.svimjihollin.com, siga tey í Vági.