Svimjihylurin næstan druknaður

Hóast nógv tøk eru tikin, so gongur helst lang tí, áðrenn nólsoyingar kunnu taka nøkur tøk í ætlaða svimjihylinum í oynni. Grundin, sum varð stoypt fyri nøkrum árum síðani, er í ivasomum standi og øll upprunaætlanin kring svimjihylin skal helst endurskoðast. – Tað er langur veður á mál, ásannar Unn Perdomo, forkvinna í Stuðulsnevndini, sum savnar inn pening til frama fyri svimjihyl í Nólsoy

Tað sær svart út. 20 september í 1986 lovaði Ove Joensen alment, at børnini í Nólsoy skuldu fáa ein svimjihyl. Í dag, 24 ár seinni, er eingin svimjihylur komin, hóast nógv orka og nógvir pengar eru brúktir upp á hesa verkætlan.

Í dag torir forkvinnan í Stuðulsnevndini, Unn Perdomo, sum virkar fyri, at nevndin fær pening til svimjihylin, ikki at seta árstal á, nær svimjihylurin er liðugur og klárur at taka í nýtslu.

Hon upplýsir, at tey hava umleið hálva millión á bók. Men tað gongur strilti við at fáa hesa upphædd at vaksa.

- Í fjør gav stevnan undirskot. Stevnan kostar nógv og ringa veðrið hevði við sær, at tað ikki mól runt hjá okkum, sigur Unn Perdomo.

Árini frammanundan góvu stevnurnar millum 50.000 og 100.000 krónur í yvirskot.

– Samlaða inntøkan á onkrum stevnum hevur verið umleið 450.000 krónur, meðan útreiðslurnar vóru 400.000 krónur. Hesar útreiðslur hava vit roynt at fingið niður nú, soleiðis at tað kostar okkum minni at halda stevnuna, greiðir Unn Perdomo frá, sum gjørdist partur av Stuðulsnevndini fyri trimum árum síðani.

Hon leggur aftrat, at hevði veðrið ikki verið heilt so ringt sum tað var í fjør, so hevði stevnan heilt víst givið yvirskot.

– Tíbetur høvdu vit spart so mikið nógv, at undirskotið ikki gjørdist meira 22.000 krónur, hóast talið av gestum vóru óvanliga lítið, greiðir Unn Perdomo frá. Forkvinnan í Stuðulsnevndini hevur ikki tað eksakta talið av gestum í Nólsoy á stevnuni í fjør, men hon ivast stórliga í, um tað vóru 1000 vitjandi.

Árið fyri vitjaðu 6000 fólk í Nólsoy í sambandi við ovastevnuna og í 2007 5000. Tí vónar Unn Perdomo, at veðrið verður gott leygardagin, soleiðis at nógvir gestir koma út.


Arbeiðið er byrjað

Ovastevnan varð hildin fyri fyrstu ferð í 1994. Stevnan hevur árliga drigið túsundatals føroyingar út í lítlu bygdina, men fíggjarliga avkastið hevur verið avmarkað. Kortini var so mikið komið í kassan, at tað fyri nøkrum árum síðani bar til at projektera og stoypa eina grund til svimjihøllina. Umleið ein millión krónur var brúkt upp á hetta arbeiði, men peningurin rakk ikki til at gera betongarbeiðið liðugt.

Síðani hevur grundin staðið meira ella minni órørd, og Unn Perdomo sigur seg ikki kunna siga, hvørjum standi grundin er í.

– Vit vita ikki hvørjum standi grundin er í. Hetta er nakað, vit mugu fara at kanna, soleiðis at vit vita, um grundin yvirhøvur kann brúkast. Men tað kostar eisini pengar at gera slíkar kanningar, sigur forkvinnan í Stuðulsnevndini.


Umhugsa onnur tiltøk

Við Dimmalætting í fjør segði Unn Perdomo, at stevnan sjálv ikki byggir nakran svimjihyl. Tí kanna tey eisini, hvørjar aðrar møguleikar tey hava at fáa pening til vega.

– Vit hava roynt at søkt nakrar grunnar, men uttan úrslit. Nú umhugsa vit at skipa fyri øðrum tiltøkum, men miseydnaða stevnan í fjør tók nógva orku og yvirskot, so vit gjørdu einki við tað tá, greiðir Unn Perdomo frá.

Stuðulsnevndin hevur áður skipað fyri tiltøkum, ið kastaðu nógvan pening av sær. Eitt nú skipaðu tey fyri almennum dansi við Bamses Venner og Spælimonnunum í Nólsoy í Gundadali síðst í áttatiárunum. Hetta gav fitt av peningi.

Í 1988 skrivaði Sosialurin, at innsavningin til svimjihylin tá hevði givið 400.000 krónur. Hesir pengar stóðu á bók í Fossbankanum, men sambært Dimmalætting misti Stuðulsnevndin nógvar av hesum, tá Fossbankin fór av knóranum í 1993.

Taka vit hesar 400.000 krónurnar og milliónina, sum varð brúkt upp á grundina til svimjihylin, og leggja aftrat teimum 500.000 krónunum, sum Stuðulsnevndin eigur í dag, ber til at staðfesta, at slakar tvær milliónir krónur eru innsavnaðar til frama fyri svimjihylin í Nóloy.

- Tað er tó langur vegur eftir á mál og upprunaætlanin til projektið má endurskoðast, tí hon er so gomul, sigur Unn Perdomo og vísir á, at krøvini eru broytt nógv síðani ætlanin um ein svimjihyl í Nólsoy gjørdust meira enn bara tos.


--


Myndatekstur:

Tað sær svart út í Nólsoy, tá tað kemur til ætlanirnar um at fáa svimjihylin í Nólsoy lidnar