Seinnapartin í dag, 27. august 2015, var ein hátíðarløta í Páls Høll, tá báðir svimjihylarnir – 50 m. svimjihylurin og barnahylurin – vórðu handaðir Grunninum Páls Høll.
Hylarnir báðir eru frá heimskenda italska felagnum Myrtha Pool, sum eisini letur hylar til HM, EM og OL. Hylarnir í Vági eru keyptir frá íslendska umboðsmanninum hjá Myrtha Pool í Norður Atlantshavið, Á. Óskarson ehf, og var tað stjórin Heiðar Ágústsson, sum seinnapartin handaði grunninum svimjihylarnir.
Hesar seinastu dagarnir eru allar skipanir við tilknýtið til svimjihylarnir settar í verk. Vatnið í hylunum verður nú reinsað og síðani verður farið undir hita vatnið upp. Seinasta hond verður somuleiðis løgd á ventilatiónina, sum verður klár at seta upp í drift í komandi viku. So nú styttist til at Páls Høll letur upp fyri almennari svimjing.
Kelda. svimjihollin.com