Svimjihøllin í Runavík væntandi liðug um tvey ár

- Higartil hevur arbeiðið við svimjihøllini gingið bæði skjótt og væl, siga tey í Runavíkar kommunu.

 

Svimjihøllin í Runavík verður bygd í norðrara enda av Bylgjuni, og her verða tvær lonir lagdar aftrat verandi bygningi.

 

- Stutt eftir, at avtalan millum Runavíkar kommunu og Kanjon um bygging av svimjihøll varð undirskrivað hin 27. okrober í fjør, fór Kanjon í gongd við arbeiðið, sum er mett at taka góð tvey ár.

 

Tað siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

- Longu eina viku eftir undirskriving, var nógv virksemi í økinum og tey, sum ferðast her javnan, leggja til merkis, at her broytist skjótt.

 

Eftir innleiðandi fyrireikingar var fyrsta stigið at taka gamla millumbygningin niður.

 

- Kanningar tíðliga í tilgongdini vístu, at tann bygningurin, sum ikki bleiv renoveraður, tá Bylgjan varð útbygd við fimleikahøll í 2014, ikki hóskaði sum partur av nýggju svimjihøllini.

 

Næsta stigið var at grava omanav, og hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Í seinastuni er eisini sprongt í økinum.

 

- Djúpri endin av hylinum fer niður á fýra metra dýpi, og tí skal gravast nakað niður aftrat, áðrenn farast kann undir bygging av svimjihøllini, siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

Á heimasíðuni - www.runavik.fo - verður við myndum víst á, hvussu nýggja svimjihøllin kemur at síggja út, og her er eisini neyvari kunning um verkætlanina. 

 

- Higartil hevur arbeiðið við svimjihøllini gingið bæði skjótt og væl, og væntandi stendur høllin liðug á vári 2025, siga tey í Runavíkar kommunu í dag.

 

##med2##

 

 

- Tey, sum ferðast her javnan, leggja til merkis, at her broytist skjótt, siga tey í Runavíkar kommunu.