Svimjihøllin verður dagførd

Tróndur Sigurðsson

Býráðslimur fyri Javnaðarflokkin

 

Svimjihøllin í Gundadali er eitt av fleiri góðum frítíðarstøðum í høvuðsstaðnum, mong njóta gott av og fáa stóra gleði av. Men nú verða dagføringar gjørdar, so talan verður um ein enn betri svimjihyl, innan sum uttan.

 

Eitt, sum vit síggja nógv í eitt nú Íslandi, eru uttandura pottar í sambandi við svimjihyljar og líknandi støð, og hetta fara vit nú eisini at fáa í Svimjihøllini. Leiðingar eru longu lagdar klárar, so tað er rættiliga einfalt at binda í. Samstundis sum hetta fer at taka trýstið av boblibaðnum inni í høllini, fer tað eisini at skapa eitt gott umhvørvi uttan fyri høllina.

 

Somuleiðis skal størri dentur leggjast á at fáa høllina meira barnavinarliga, og nú verður tí farið í gongd við at seta ein stóran rutsjibana upp í tí endanum á Svimjihøllini, har vippurnar eru. Hetta hevur verið nógv eftirspurt og kemur hesin rutsjibani at gera eina vitjan í høllini munandi stuttligari hjá teimum yngru.

 

Størsta takið viðvíkjandi svimjingini í høvuðsstaðnum verður sjálvandi hart tiltrongdi langhylurin, har vit hava gjørt byggiskrá og bara bíða eftir, at teknistovurnar eru klárar við ítøkiligum uppskotum til, hvussu hesin 50 metra hylur skal síggja út.

 

Vert er eisini at nevna, at omanfyri nevndu batar á verandi høll taka einki frá stóru ætlanini at gera langhyl, men eru dagføringar, sum eisini hevur verið bíðað eftir, men sum koma nú. Tilsamans kunnu vit gleða okkum til eina bæði útbygda og dagførda Svimjihøll í Gundadali, ið fer at gagna bæði teimum, ið svimja í kappingarhøpi og teimum, ið bara vilja stuttleika sær í vatni.