Svimjihøllin skal vera roykfrí

Tórshavnar Býráð hevur álagt leiðsluni í Svimjihøllini í Havn, at øll høllin skal gerast roykfrí skjótast gjørligt

Forboð

Tað verður ikki longur møguligt at festa sær í Svimjihøllini í Gundadali í Havn. Mentanarnevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur álagt leiðsluni í Svimjihøllini at gera alla svimjihøllina roykfría. Heri á Lava Olsen, stjóri í Svimjihøllin, sigur, at hann hevur móttikið eitt skriv, ið er dagfest 22. februar, at Svimjihøllin skal gerast roykfrí beinanveg. Hetta merkir, at øll Svimjihøllin sum hon er verður roykfrí, t.e. ikki verður loyvt at roykja nakrastaðni í Svimjihøllini. Hetta merkir eisini, at starvsfólkið í Svimjihøllini heldur ikki sleppur at festa sær í Svimjihøllini.
?Starvsfólkið hevur eisini víst eitt sindur av misnøgd yvirfyri hesum, men vit verða noyddir at fylgja boðunum. Fleiri av okkara viðskiftafólki dáma væl at festa sær í eftir ein túr í hylinum, men hetta verður ikki møguligt longur, sigur Heri á Lava Olsen.
Fleiri av starvsfólkunum í Svimjihøllini roykja, men hesi mugu so finna seg í teir nýggju reglarnar.
Enn er forboðið ikki sett í verk, men hetta verður væntandi gjørt innan leingi. Avgerðin um at gera Svimjihøllini roykfría byggir á eina samtykt hjá Mentanarnevndin frá 2000, t.e. undanfarna býráð. Nú sær tú so úttil, at álvara verður gjørdur burturúr ætlanunum.
Jan Christiansen, býráðsformaður, sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur tann politikk á økinum, at ikki skal kunna roykjast, har almenningurin hevur atgongd. Í førinum við Svimjihøllini er talan um eitt heilsustað, har tað ikki verður mett hóskandi, at fólk festa sær í.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður fyri Starvsmannafelagið, sigur, at teir kenna til trupulleikan við royking. Sjálvur vildi hann helst havt tað soleiðis at eingin roykti, men hann sigur, at fólk bara mugu ásanna, at nógv starvsfólka roykja, og hesi mugu oftast eisini fáa møguleikan at gera hetta.
Sostatt verður ikki møguligt at dempa heilsuna við einari sigarett eftir svimjitúrin longur. Ikki inni í Svimjihøllini í øllum førum.