Svimjihøllin letur upp í dag

Í dag klokkan 16 fáa klaksvíkingar aftur høvi at kava í svimjihylin, sum hevur verið stongdur seinastu tíðina.

Umklæðingarrúmini og brúsurúmini eru umvæld og gjørd av nýggjum, og eru tey ikki at kenna aftur.

Í dag klokkan 13 eru tíðindafólk og politikarar bodnir til okkurt gott í høllini, sum alment letur upp klokkan 1600.