Svimjihøllin í Havn stongd í ein mánað

Svimjihøllin í Havn steingir allan desember mánað orsakað av tí árliga eftirlitinum. Í ár steingir hon tó eina viku longri, tí bæði kavingar og kappingarhylurin skulu tømast ? umframt annað umvælingararbeiði, sum skal gerast

Frá 2. desember til 2. januar verður svimjihøllin í Havn stongd. Hetta hevur vakt ónøgd millum tey mongu, ið vanliga nýta høllina nógv.
Heri á Lava, leiðari, sigur, at tað eru altíð fólk, ið eru ónøgd, men hann sigur, at har er onki annað at gera enn at lata høllina aftur, meðan eftirlitið og umvælingarnar fara fram.
? Í ár steingja vit tó eina viku longri, og tað kemst av, at vit í fjør varnaðust, at ventilarnir millum kavingarhylin og kappingarhylin leka, og tískil kunnu vit ikki bara tøma annan hylin í senn, greiðir hann frá.
Tí skulu báðir hyljarnir tømast nú fyri at ventilarnir kunnu skiftast út. Heri sigur, at tað er nakað, sum tekur tíð. Ein hylur kann ikki tømast ov skjótt, tí trýstið á botnin er so mikið nógv, at um tað gongur ov skjótt fyri seg, kann botnurin leypa upp.
? Vit tosa jú um túsund tons av vatni, so tú kanst ætla, at tað har er nógv trýst, sigur hann.
Orsøkin til, at høllin steingir júst hesa ársins tíð er, at tað vísir seg at vera minst av fólki í desembermánaði.
? Høvdu vit havt líka gott summar í Føroyum sum í Danmark, so kundu vit stongt um summarið, meðan fólkið svam á strondunum, men tað hava vit jú ikki. Og um summarið hevur tað víst seg at vera allarmest fólk, sigur Heri á Lava.

Aðrar umvælingar
Tað er ikki bara hyljarnir, sum skulu eftirkannast og ventilarnir skiftast. Millum annað skulu sandfiltrini, sum halda vatnið í hyljunum reint, eisini kannast. Heri sigur, at tey hava varnast, at har er okkurt galið við teimum, so tá nú hyljarnir verða tømdir, er tað so líkatil at taka tað við.
Øll lásini á teimum 200 skápunum í høllini skulu eisini skiftast út, og alt hetta er arbeiði, sum tekur tíð.
Hyljarnir skulu fyllast aftur. Vatnleidningurin inn í høllina er ikki so stórur, so tað ber ikki til at fylla teir skjótari, sum er. Hartil skulu øll túsund tonsini av vatni hitast upp aftur til tey vanligu 26 stigini, og tað tekur eisini sína tíð.
? Sostatt er tekur alt hetta tíð, og vit mugu steingja høllina ímeðan, sigur Heri á Lava.
Svimjihøllin í Havn er nú 22 ára gomul, og er tað sami aldur, sum tann gamli hylurin var.
? Vit hava altíð roynt at viðlíkahildið høllina sum best. Og ongantíð hesi 22 árini havi eg verðið noyddur at lýst, at svimjihøllin í Havn er stongd vegna tekniskt brek. Tað sigur ikki so lítið um tað viðlíkahald, sum starvsfólkini gera, heldur Heri á Lava.
Hann samanber tað við skip og bátar. Teir skulu javnan á beding, og tað skal svimjihøllin í Havn eisini, sigur Heri á Lava, leiðari.