Aftur í dag hava svimjararnir svomið fleiri gullmerki heim til Føroya.
Seks ferðir vunnu Føroyar svimjikappingarnar á Álandi, og harafturat vunnu Føroyar eisini trý silvurmerki og eitt bronsumerki.
Samanlagt hevur svimjilandsliðið vunnið so nógv heiðursmerki, sum einki annað lið áður hevur vunnið á Oyggjaleikum.
Hetta sæst eisini aftur í samlaða yvirlitinum yvir heiðursmerki, tí í løtuni liggja Føroya langt fremst við 30 gullmerkjum.
Svimjikappingin á Oyggjaleikunum er liðug, men kappingar verða bæði fríggjadagin og leygardagin.










