Svimjararnir eru klárir

Týsdagin á middegi kom føroyska svimjilandsliðið til Rom, har heimsmeistarastevnan í svimjing byrjar nú sunnudagin

Svimjing

 

Landsliðssvimjarar eru Birita Debes, Shaila millum Garðarnar, Kári J. á Høvdanum og Pál Joensen. Afturat teimum fysioterapeuturin Thurid Kjærbo, landsliðsvenjarin Jón Bjarnason og liðleiðarin Rókur í Jákupsstovu, og hesa fyrstu vikuna eisini Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya.

 

Umstøðurnar eru avbera góðar hjá okkara svimjarum í Rom. Gistingarhúsið hevur góðan mat, luftkøling og møguleika at myrkaleggja kømrini. Og serligir bussar eru settir av til at koyra stutta teinin inn til HM-hylin.

 

Á hotellinum búgva millum annað svimjarar úr Írlandi, Ísrael, Ný Sælandi, Tunis, Barbados, Indonesia og Ghana, umframt vatnpolospælarar og synkronsvimjarar úr Ungarn og Macao. Størstu nøvnini eru nokk suðurkoreanski Tae Hwan Park og tunesiski Oussama Mellouli, sum báðir skulu kappast ímóti Pál Joensen á longri fríteinunum.

 

Føroysku svimjararnir eru væl fyri og lata væl at bæði venjing og umstøðum. Italiumenn kundu verið eitt sindur raskari at upplýsa um ymiskt, men føroyingarnir hava tó funnið fram til tað mesta av tí, sum er neyðugt at vita og hava, til at heimsmeistarastevnan kann byrja fyri okkara viðkomandi.