Hósvíkar Róðrarfelag og Triatlonfelagið skipa í morgin fyri svimjing av Selatrað til Hósvíkar.
Tey, sum ætla sær at verða við í svimjingini um Sundalagið, skulu møta í róðrarneystinum í Hósvík klokkan 9, har seinastu tekningarnar kunnu fara fram.
Svimjarar verða síðan fluttir í báti yvir til Selatraðar, har lopið verður á sjógv klokkan 10.
Sum skilst, hava fleiri svimjarar víst tiltakinum áhuga, og einir 11 luttakarar hava longu boðað Evaldi Rasmussen frá, at tey ætla sær at verða við.
Teinurin av Selatrað til Hósvíkar er umleið 2,4 kilometrar langur.
Bátar fylgja svimjarunum á leiðini um sundið.
Seinasta stóra kappingin við svimjing á opnum ?havi?, var fyrr í heyst, tá svomið varð um Nólsoyarfjørð, sum er ein umleið tvífalt so langur teinur.
Fýra svimjarar luttóku í kappingini um Nólsoyarfjørð, og Rói í Dali gjørdist tá fyrstur á mál við tíðini 1,26 tímar.
Í Hósvík fáa svimjarar og hjálparfólk kaffi og køkur í róðrarneystinum.









