Løgmaður og ein av heimsins bestu svimjarum, Pál Joensen hittust í hylinum í Gundadali í dag. Portalurin var á staðnum.
Eitt av Føroya frægastu ítróttarfólkum á altjóða palli, svimjarin Pál Joensen úr Vági, hevur alt Føroya fólk aftanfyri seg, tá hann luttekur í altjóða kappingum. Millum hansara viðhaldsfólk telist eisini ein annar frægur svimjari, nevniliga Føroya løgmaður, Kaj Leo Johannessen. Og tað hendir seg meira enn so, at teir báðir hittast í hylinum, um ikki til dyst so til prát millum longu distansurnar hjá Páli. So var eisini henda sunnudagin, tá Pál fekk ein bana fyri seg í vanligu svimjitíðini. Mong vórðu tey, sum eygleiddu henda fima svimjara, ið hevur sett Føroyar á landakortið eins væl og okkara fótbóltslandslið hevur gjørt tað. Og løgmaður dylur ikki fyri, við einum skálkabrosi, at eisini hann hevur nakað at læra av Páli at brúka í sínum politiska arbeiði til frama fyri Føroyar, nevniliga hava orkuna og viljan til at megna teir longu teinarnar.
-Eg eri Pál fan um ein háls var fyrsta viðmerkingin, sum Portalurin, ið eisini hevði fólk í hylinum henda dagin, fekk frá ongum minni enn sjálvum løgmanni. Kaj Leo Johannessen vil ikki avdúka, um hann roynir at læra kynsturið frá Páli at klára tær longu distansurnar, teinarnar, nú tað stundar til løgtingsval eisini. Eitt val og annað og ein dystur og annar. Pál venur til fleiri spennandi kappingar í summar, men venjingin hevur serstakliga eina kapping fyri eygað, og tað er HM í svimjing í Sjangkei í heyst. ?Eg fari at gera mítt besta og venjingin skal ikki liggja eftir sigur hesin smílandi og fryntligu vágbingurin. Eisini skal hann til at venja til OL í London næsta ár. So her er ovmikið at venja til, og tá koma nøkur góð orð frá løgmanni heldur ikki so illa við. ?Eg havi sagt Páli, at eg havi so stóra virðing fyri honum bæði sum ítróttarmanni og ikki minst sum rollumodell hjá teimum ungu. Hetta er nakað vit ikki mugu undirmeta sigur løgmaður, sum als einki hevur ímóti at geva pláss fyri Føroya besta svimjara í høllini í Gundadali ein sunnudag, tá eisini løgmaður er úti í tí váta elementinum.