Svimja um Vestmannasund

Svimjing um Vestmannasund sunnudagin 8. des. 2002.

Svimjing
Evald Rasmussen skrivar:

Nú Vágamenn skulu gjalda nógv fyri at ferðast inn á meginlandið gjøgnum undirsjóartunnilin, funnu teir upp á tey ráð, at renna gjøgnum holið ístaðin. Hetta er eitt sera gótt tiltak, sum uttan iva verður afturvendandi.
Maðurin aftanfyri Nólsoyarsvimjingina, helt at stuttligt hevði verið at svomið um sundið,
Nakað, sum bara verður gjørt einaferð, og vónandi vera nógv, ið taka undir við tiltakinum
Nakrir av royndu Nólsoyarsvimjarunum hava longu boðað frá, at teir ætla sær við, og spennandi verður at síggja, hvør verður fyrstur at seta fótin á Vágalandið.
Byrjað verður Streymoyarmegin, nakað sunnan fyri Egilsnes við Vestmanna, og verður svomið yvir á Oyragjógv, teinurin er einar 1100 metrar.
Málið er ferjulegan á Oyragjógv. Kemu tú á land aðrastaðni mást tú renna seinasta teinin.
Svimjarar og bátsmenn skulu møta við bátabrúgvarnar sunnudagin 8. 12 kl. 10.
Kyrrindi eru í Vestmannasundi kl 11:50, og kl 11:30 verður startskotið latið av og svimjararnir kunnu leggja á sundið.
Krøvini til trygd eru tey somu sum til Nólsoyarsvimjingina:
1. Hvør svimjari hevur ein bát at fylgja sær, hesum syrgir hann sjálvur fyri.
2. Í bátinum eru ein skipari og ein hjálpari.
3. Svimjarin skal vera í rímiligari venjing.
4. Svimjarin skal svimja í vátdrakt.
Tey ið ætla sær við, kunnu melda til hjá Erlendi Simonsen á teldubúðstaði: erlendur@post.olivant.fo