Leygardagin 31 okt kl 10.00 skipa einstaklingar og Hósvíkar Róðrarfelag fyri svimjing av Selatrað til Hósvíkar. Hetta er fyrstu ferð hetta er roynt alment, men hava nakrir svimjarar svomið har á leiðini nakrar ferðir, fyri at kanna og kunna seg við viðurskiftini. Ætlanir er, at hendan svimjing saman við Nólsoyar- sjómannadags- og jóansøkusvimjingin skulu vera fastir tættir í havsvimjingini. Hugsað hevur eisini um Skálafjørðin, og tí verður leitað eftir fólki, sum kunnu fyriskipa tiltakinum. Til ber at skifta í róðrarneystinum frá kl 9.00, og kl 9.45 verða allir svimjararnir sigldir yvir á Selatrað. Meðan svomið verður eru bátar at ansa svimjarunum, og tryggja, at teir koma trygt vegin fram. Teinurin er einar 2,4 km langur.










