Fyri at fáa alt at ganga sum best og at tryggja okkum at trygdin er í lagi, møtast øll hjá radioamatørunum kl. 11.00. Har verður kunnað um hvussu skipað verður fyri og aðrar fráboðanir, ið skulu til. Svimjingin á longra teininum byrjar klokkan 12. Tey, ið svimja styttra teinin, byrja klokkan 12.30.
Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiuni í Nolsoy. Um svimjari kemur á land aðrastaðni, er neyðugt at renna seinasta teinin. Samarittar eru við á ferðini um fjørðin, at ansa eftir, og nólsoyingar taka ímóti og hjálpa svimjarunum, tá komið er upp á land.
Hetta er tíggjunda ferðin, at skipað verður fyri stuðulsvimjing. Bestu tíðina higartil eigur Jóannes á Fløtti, sum í 2004 svam teinin upp á 1 tíma, 17 minuttir og 7 sekund.