Ber tú ta sorg hjartað má tola
Vinur eg gráti við tær
Troyttur og svikin í verð
Forlorið tað gullið heimur ber
Næstin royndist svíkjarin ein.
Maður kvinna heimið kæra
Svárt gráta bangin barnaeygu
Tá svíkur svárt man herja
Faðir móðir barnaheimið syndra
Slitin kærleiksbond eym.
Hatur veksur fram um kærleik
Sum eitur sterka roynist tá
Barnasálin viðbrekin reikar
Eingin friður eingin skái
Kærleikseldur køvdur er.
Maður kvinna gróðrarurtin sterka
tit ið seta lív í jarðar verð
Minnist til tað lítla fræið
Lívgið um verjið væl tað lítla
Tykkar egna reina hjartablóð.