Svíkja, stjala og lúgva – og fáa politiskt álit

Í Sosialinum í dag hevur Bjørn á Heygum, advokatur, eina sera hvassa viðmerking um fimm leiðandi politikarar, sum av sonnum fáa av grovfílini:

 

Hann skrivar um Heðin Mortensen, sum á »ein sera ódámligan hátt skumpaður av trúnuni, nei, hann er rætt og slætt politiskt sniðmyrdur«. Men hann fekk hevndina at smakka fyri at svíkja sínar egnu, skrivar Bjørn á Heygum.

 

Og víðari sigur hann, at tað als ikki var Annika Olsen, sum legði sítt svik til rættis:

 

– Hon brúkti júst somu uppskrift, sum Heðin Mortensen sjálvur brúkti í 2004, tá hann á fyrsta sinni bleiv borgarstjóri.

 

Tá Heðin Mortensen sveik sínar egnu í 2004 fyri at blíva borgarstjóri slapp hann undan at verða revsaður. Og tvørturímóti fekk hann størstu álitisváttan, sum nakar hevur fingið frá veljarunum.

 

– Her loysti tað seg rætt og slætt at vera falskur og óærligur – inntil víðari, skrivar Bjørn á Heygum.

 

Men Heðin Mortensen var ikki greiður yvir, at slíkar skarnsgerðir hevna seg fyrr ella seinni. Spurningurin er nevniliga bara um tíð til ein slíkur syndari verður heimsøktur av hevndarguðinnuni Nemisis, skrivar Bjørn á Heygum.

 

Nemesis er tann grikska guðinnan fyri bæði rættvísi og hevnd. Vreiði hennara rakar menniskjaliga hugmóð og stórlætisørskap – har sum jarðarinnar lóg ikki røkkur, kemur hevnd hennara ístaðin.

 

– Hybris (synd og hugmóð) verður treytaleyst revsað við Nemesis – undirgangi! Hevndin kom brádliga og óvæntað í kvinnuligum hami – umboðað av nýggja stjørnuskotinum á himmalhválvinum – hini politiskt sera ótilrokniligu og opportunistisku Anniku Olsen, skrivar Bjørn á Heygum.

 

Annika Olsen sá nú sama møguleikan, sum Heðin Mortensen á sinni, at skapa sær eina nýggja politiska karrieru við at lata hánt um gjørdar avtalur. Eins og Heðin, so hevði hon onki moralskt samvitskubit, tá tað galt um at svíkja givin lyftir og egna undirskrift.

 

– Til tað var tølandi tilboðið um borgarstjórasessin, sum nú stóð henni í boði frá Tjóðveldinum og Framsókn, alt ov lokkandi og kærkomið! So kundi tað vera líka mikið, um hon hevði gjørt hátíðarligar avtalur, og sent út almennar fráboðanir frammanundan um at skipa eina samgongu við Heðini Mortensen sum borgarstjóra.

 

– Hví íkki endurtaka hepna framferðarháttin hjá Heðini Mortensen og kanska blíva populerasti – ella kanska aftaná Heðini – næstpopulerasti borgarstjórin í Havn í nýggjari tíð, spyr hann.

 

Sambært Bjørn á Heygum er vánaligur moralur lopfjøl til landsins hægdu sessir, sum hann í greinini í Sosialinum lýsir við trimum øðrum dømum:

 

Tak Anfinn Kallsberg, sum gjørdi seg sekan í grovum stuldri á Frostvirkinum í Norðdepli, (912.000 kr) og sambært bókini »Skjót Journalistin« enntá megnaði at falsa ørgrynnu av skjølum fyri at dylja stuldurin.

 

Maðurin fekk eina so dygga álitisváttan frá veljarunum, at hann ivaleyst kundi hugsa sær at gjørt hetta umaftur!

 

Og um Jørgen Niclasen sigur hann, at stuldur skapar álit:

 

– Og hvat við Jørgen Niclasen, sum býtti um Baader Maskinur hjá Fiskavirking og síðani skifti spjaldrið á maskinunum, so stuldurin ikki skuldi verða avdúkaður! Og ikki at forgloyma tollssvikið í Sørvági, har maðurin eftir sera álvarsamar skuldsetingar um snýt og bedragarí royndi at reinsa sína sokallaðu æru, men kom bæði flongdur og æruleysur útaftur úr rættarsalinum ásannandi, at alt sum var sagt og skrivað um hansara svik, ómoral og ringu muru sambært Landsrættinum var bæði rætt og satt!

 

– At vera bæði íspegil, charlatan og svindlari – hjá okkum er tað ongin forðing fyri eini stórslidnari politiskari framtíð. Maðurin er jú framvegis løgmansevni hjá Fólkaflokkinum, og álitið hevur ongantíð verið størri enn tað sama!

 

Um Kaj Leo Holm Johannesen sigur hann, at »lygnir vendast til dygdir«:

 

– Aðrir spreingja bara alt í luftina fyri at bjarga sær sjálvum, tá teir av einum kanningarstjóra verða avdúkaður sum stórlygnarar á tingsins røðarapalli. Tá Hans Gammeltoft Hansen kom til ta púra greiðu og kláru niðurstøðu, at Kaj Leo tilvitað – og als ikki av gáloysni – hevði logið fyri tinginum, gjørdi hann ikki mætari enn at upploysa tingið og útskriva val í úrtíð.

 

– Hervið slapp jassurin undan misáliti, og einum møguligum rættarmáli, har hann kundi verið ákærdur fyri brot á lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri við vilja at hava borðreitt við ósannindum fyri tinginum.

 

– Snilt og skjótt atborið – man má bara taka hattin av fyri slíkum monnum. Men Nemesis sleppa teir valla undan – vit menniskju ráða ikki lagnuni, endar Bjørn á Heygum so speiskliga greinina í Sosialinum í dag.