Svik við atkvøðuseðlum í Myanmar

Í dag er val til ein part av tjóðartinginum í Myanmar, men andstøðuflokkurin Demokratiska Tjóðskaparfylkingin kærir seg um, at valmyndugleikarnir royna at svika.

Ein talsmaður fyri flokkin sigur, at voks er smurt á tað staðið á atkvøðuseðlinum, har fólk skulu seta kross fyri flokkinum, og tað ger, at tað ber til at gníggja krossin burtur, so atkvøðuseðilin verður ógildaður.

-Hetta hendir um alt landið. Valnevndin hevur ábyrgdina av hesum, og eg havi sent henni eitt mótmæli, sigur talsmaðurin hjá Demokratisku Tjóðskaparfylkingini.

Floksformaðurin og oddavalevnið Aung San Suu Kyi segði í gjár, at valið kann ikki roknast sum frítt og rættvíst.