Venjarin hjá Fulham í Premier League, Chris Coleman, vil hava, at tað skal kosta spælarum og venjarum nógv meira, um teir ikki fylgja teimum reglum, sum eru galdandi á transfer-marknaðinum.
- Ein og hvør, sum verður dømdur sekur, skuldi verið bannaður í fótbóltsspælinum fyri lívið, sigur Coleman.
Tað hevur skapt stóra øsing í Onglandi, at BBC fyri stuttum hevði sending um trupulleikan, tá feløg seta seg í samband við spælarar, heldur enn tosa við feløg teirra, soleiðis sum reglurnar fyriskriva.









