Sviiar vilja hava Hamrén

Svenska Aftonbladet vil vera við, at felagið Hammarby liggur fram við eftir Erik Hamrén sum nýggjan venjara í felagnum. Hamrén er í løtuni venjari hjá Jón Róa Jacobsen og Suna Olsen í AaB, og har hevur hann klárað seg væl.

 Eg havi fingið nógvar fyrispurningar frá svenskum feløgum, men eg ikki viðmerkja nakað um, hvørji feløgini eru. Tað er nógvur slatur, sigur Erik Hamrén.
Sáttmálin hjá Hamrén í AaB gongur út á nýggjárinum.