Tann 40 ára gamli sviin Peter Mangs varð í gjár formliga ákærdur fyri trý morð og fleiri morðroyndir í býnum Malmö í 2009 og 2010. Hesi árini vórðu innflytarar í Malmö javnan fyri ágangi, og løgreglan er komin til ta niðurstøðu, at tað var Peter Mangs, sum stóð fyri áganginum. Hann bleiv tikin fyrst í november í 2010.
Ákæruvaldið hevur ákært hann fyri at hava myrt tveir innflytarar í 2003, og hann er eisini ákærdur fyri at hava myrt eina svenska kvinnu í 2009. Hann er somuleiðis ákærdur fyri at hava skotið eftir húsum, handlum og bilum hjá innflytarum.
Peter Mangs er eisini ákærdur fyri at hava fyrireikað eitt dráp afturat, tá hann breyt inn í eini hús hjá einum manni, sum hann ætlaði sær at beina fyri. Herumframt er hann ákærdur fyri hóttanir og herverk.









