Influensa A ella H1N1 hevur kravt tað fyrsta mannalívið í Svøríki. Talan er um ein mann í tríatiárunum. Maðurin, sum búði í býnum Uppsala, doyði heima við hús fríggjakvøldið.
Læknin fekk alt fyri eitt illgruna um, at talan var um H1N1, tí hóast sjúkueyðkennini vóru nakað ógreið, bendu tey á, at talan kundi vera um H1N1, skrivar TT. Seinni varð líkið kannað á sjúkrahúsinum í Uppsala, og tann kanningin staðfesti, at maðurin var deyður av H1N1.
TT skrivar, at fýra aðrir sviar eru meint raktir av H1N1. Teir liggja á Karolinska Sjukhuset í Stockholm, har eftirgjørd lungu halda teimum á lívi.