Svii datt niður í virkið gosop

Ein svenskur ferðamaður datt í gjár niður í eitt virkið gosop á indonesisku oynni Bali. Hann doyði beinanvegin. Maðurin, sum var 25 ára gamal, var farin niðan á tað 1.717 metrar høga gosfjallið Mount Batur, tá hann datt 150 metrar niður í sjálvt gosopið, skrivar tíðindastovan AP.

Fólk, sum vóru saman við svianum, hava greitt frá, at tey stóðu og tóku myndir av gosopinum, tá tann 25 ára gamli brádliga datt niður í opið.

Mount Batur hevur goyst 26 ferðir tey seinastu 170 árini. Tað seinasta gosið var í 2000.