Skuldarkreppan í evrulondunum hevur av álvara fingið sviar at venda felags evropeiska gjaldoyranum bakið. Ein nýggj meiningakanning, sum lærdi háskúlin í Göteborg hevur gjørt, vísir, at bara 12 prosent av fólkinum vilja hava evruna ístaðin fyri ta svensku krónuna.
Fyri tveimum árum síðani vísti ein tilsvarandi kanning, at 28 prosent vóru fyri at seta evruna í gildi sum svenskt gjaldoyra, og í 2009 vóru 41 prosent fyri. Hesi árini er tann parturin, sum sigur nei, vaksin tilsvarandi. Í 2009 var hann 38 prosent, árið eftir 54 prosent og nú 73 prosent.
Tað er ikki bara alskurin til evruna, sum er víkjandi. Sviar eru heldur ikki so fegnir um limaskapin í ES longur. Í dag halda 50 prosent, at landið skal halda fram í samveldinum. 22 prosent siga nei.
Í Danmark hava meiningakanningar víst, at danir vilja heldur ikki hava evruna. Ein kanning, sum Danske Bank gjørdi í mars, vísti, at bara 17 prosent vildu hava evruna ístaðin fyri krónuna. 57 prosent søgdu nei.










