Sviar eru størri rasistar enn danir. Teir vilja bara ikki viðganga tað fyri opnari mikrofon. Men tá ið fjalt upptøkutól verður nýtt kemur tað fram, at sviar hava nógv størri illvilja móti innflytarum enn danir, sum annars eru viðgitnir fyri sínar hvøssu meiningar og tálmandi innflytaralóggóvu.
Tað segði kendi svenski tíðindamaðurin Janne Josefsson á bókastevnuni Bok & bibliotek, tá ið leikluturin hjá miðlunum sum dómari og bøðil varð viðgjørdur. Eitt av evnunum, tosað varð um, var, um journalistar skulu kunna brúka fjald upptøkutól í sínum arbeiði.
Janne Josefsson er tann einasti svenski journalisturin, sum tvær ferðir hevur fingið Stora journalistpriset. Hann er kendur fyri at brúka umstríddar arbeiðshættir, og hann hevur gjørt sendingar fyri SVT, har hann hevur fingið fram sjónarmið, sum høvdu ikki komið fram, hevði hann ikki brúkt fjalt upptøkutól.











