Tann høgi benzinprísurin kann vera ein orsøk til, at sviar smugla ikki so nógvan rúsandi løð nú sum fyrr. Í hvussu er skrivar blaðið Dagens Nyheter, at sviar smuglaðu 35 prosent minni av brennivín og øðrum rúsandi løði fyrra hálvár í ár enn somu mánaðir í fjør. Tølini vísa, at sviar smuglaði heili 66 prosent minni av brennivíni og 16 prosent minni enn øli. Harafturímóti smuglaðu teir tvey prosent meiri av víni enn fyrra hálvár í fjør.
Mats Ramstedt, sum kannar brennivín- og rúsevnanýtsluna hjá svium, heldur ikki, at tann minkaða smuglingin er eitt tekin um, at sviar drekka minni brennivín nú enn fyrr, tí tølini hjá einkarsøluni vísa, at hon hevur selt meiri higar til í ár enn í 2007.
Mats Ramstedt sigur við Dagens Nyheter, at vanliga plaga sviar at fara til Týsklands við bili at keypa rúsdrekka, men tann høgi benzinprísurin kann hava gjørt, at tað er ikki so spennandi longur, sigur hann. Ein onnur orsøk kann vera, at tollvaldið hevur lagt størri dent á at avdúka smuglarar.









