Sviar skuldsettir fyri yvirgang í USA

Tveir sviar eru skuldsettir fyri yvirgang í USA. Tað skrivar Expressen. Sviarnir skulu hava vant saman við somaliska islamiska felagsskapinum, Al-Shabaab. Sambært FBI hava skuldsettu lagt til rættis sjálvmorðsatsóknir.

Saman við einum triðja persóni kunnu sviarnir nú vænta lívlanga fongsulsrevsing, um teir verða funnir sekir í rættinum.

Menninir vórðu tiknir í Afrika í summar og eru í november latnir USA til rættarsókn. Tá teir vórðu tiknir, vóru teir ávegis til Jemen á arabisku hálvoynni.

FBI heldur, at yvirgangsmenninir hava fingið upplæring í nýtslu av vápnum og spreingievni í Al-Shabaab síðan ár 2008 og eru sjálvmorðsbumbumenn.

- Sambært okkara upplýsingum er sviarnir ikki í ferð við at gerast yvirgangsmenn, men teir eru longu yvirgangsmenn, tí teir hava framt uppgávur saman við Al-Shabaab, sigur George Venizelos hjá FBI.

Svenska uttanríkisráðið váttar, at sviarnir, sum báðir eru í tríatiárunum, nú eru skuldsettir og sita varðhaldsfongslaðir í New York.