Sviar skelkaðir av óhugnaligum morði

Sviar eru skelkaðir, eftir at ein kurdisk kvinna varð skotin í býnum Uppsala. Tað skelkandi er, at tað var faðir hennara, sum skjeyt


Tann 26 ára gamla Fadime varð skotin mánakvøldið, tá hon var komin í føðingardag hjá systir síni.
Hon hevur verið hótt við lívinum, síðani hon fyri nøkrum árum síðani fann sær drong. Trupulleikin var, at drongurin var svii, og tað vildi kurdiski faðir hennara ikki góðtaka. Hann og familjan høvdu gjørt av, at Fadima skuldi giftast einum skyldmanni úr kurdiska partinum av Turkalandi.
Men Fadima vildi ikki gera eftir boðunum frá faðirinum, so hon rýmdi saman við svenska dronginum. Síðani hevur hon ikki havt nakað samband við familjuna, men mánakvøldið valdi hon at fara í føðingardag hjá einari systir. Tað bleiv hennara bani.
Svenska løgreglan tók stutt eftir tann 56 ára gamla faðirin, sum nú er skuldsettur fyri morð.
Ráðharrin í innflytaramálum, Mona Sahlin, sigur, at tilburðurin er enn eitt dømi um, hvussu summir innflytarabólkar liva langt burturi frá tí svenska samfelagnum.