Svenska manslandsliðið í hondbólti var á odda við 11 málum í hálvleikinum ímóti Póllandi seinnapartin, men kortini fingu sviar bara eitt stig burtur úr dystinum.
Sviar byrjaðu sera væl, men póllendingar tóktust heldur ikki serliga væl fyrireikaðir, og tað gjørdi, at í hálvleikinum var støðan heili 20-9 til sviar. Men eftir steðgin vóru póllendingar sum eitt heilt annað lið. Spakuliga togaðu teir seg inn á sviar, og beint fyri fystarlok komu teir upp á javnleik 29-29.
Fyri sviar man úrslitið vera ein sera beiskur biti at svølgja, men seinni hálvleikur avdúkaði, at tá Kim Andersson verður mansvardur, dettur svenska spælið sundur.
Javnleikurin gjørdi, at Pólland nú hevur fýra stig og Svøríki tvey stig í millumumfarinum. Um eina løtu spæla Danmark og Makedonia í sama bólki.










