Sviar leiga flogfar til Linderoth

Miðvallarspælarin Tobias Linderoth fór leygardagin úr svensku landsliðsleguni og fór heim til konu sína, sum er sett at eiga týsdagin. Men alt verður gjørt fyri at fáa Linderoth við til dystin ímóti Íslandi mikukvøldið, og nú hevur svenska fótbóltssambandið leiga eitt flogfar, sum skal flúgva Linderoth til Íslands. Um tað hendir, at konan skal eiga, verður Linderoth flogin beinleiðis heimaftur til Svøríkis eftir ongari tíð.