Sviar lækka sítt skattatrýst, og Danmark stendur framvegis á fyrsta plássi við hægsta skattatrýsti í heiminum. Svøriki og Danmark hava altíð kappast um at hava hægsta skattatrýst í heiminum. Men nú tykist tað, sum at sviar taka frástøðu frá tí danska skattatrýstinum og eru farnir undir at lækka trýstið.
Tað skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu í dag, har víst verður til eina greining frá tí borgarliga stovninum, Cepos.
- Sambært hesi fer skattamunurin millum Svøriki og Danmark at økjast enn meira tey komandi árini, har Svøriki kemur at hava væl lægri skattatrýst enn Danmark.
Lagt verður aftrat, at danskir politikarar fara at økja um skattatrýstð frá 2011 til 2013.
- Hetta er gjørt umvegis eitt nú endurreisingarpakkan, várpakkan og umvegis fíggjarlógina. Hetta hevur ført við sær, at skattatrýstið í 2013 fer at gerast 48,7 prosent í mun til BTÚ. Harumframt hevur forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, boðað frá øktum skatta- og avgjaldstrýsti komandi árini.
Vinnuhúsið leggur aftrat, at hetta hendir, meðan sviar boða frá, at teirra skattatrýst kemur at liggja á 43,9 prosentum av BTÚ í 2013 - ella ein munur á 4,8 prosent, sum eitt nú kemst av, at sviar fara at lækka partafelagsskattin og í fleiri umførum hava økt um arbeiðsfrádráttin fyri løntakarar.
- Skattatrýstið verður vanliga roknað sum samlað skattainnkrevjing sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni. Føroyska skattatrýstið var í 2008 gjørt upp til 47,4 prosent, meðan tað í 2010 var 44,2 prosent. Tølin fyri 2011 eru ikki tøk enn. Áhugavert hevði verið at sæð metingar fyri 2012, men ongar metingar eru gjørdar um hetta, sigur Vinnuhúsið.










